890 milliónir kr. í lønum í februar

890 milliónir kr. í lønum í februar
Vøksturin í lønargjaldingunum heldur fram, hóast vøksturin í løntakaratalinum er minkaður
Kvvinur fingu 35 prosent av øllum lønum í februar, ella tilsamans 309 mill. kr.
Mynd: Hagstovan  
 
18.03.2020 - 09:13

Í februar vórðu umleið 890 milliónir kr. goldnar í lønum. Tað eru umleið 55 milliónir kr. meira enn sama mánað í fjør, vísa tøl hjá Hagstovuni.

Tølini vísa, at vøksturin í lønargjaldingunum stendur við, hóast vøksturin í talinum av løntakarum er minni, enn hann hevur verið, sigur Hagstovan.

Av teimum 890 milliónunum, sum vórðu goldnar í lønum í februar, fingu mannfólk góðar 582 milliónir, ella 65 prosent. Konufólk fingu 309 milliónir, ella 35 prosent av øllum lønargjaldingunum.

Munurin millum kynini veksur framvegis, sigur Hagstovan. 

Umleið 65 prosent av øllum lønum verða goldin í almennu og privatu tænastuvinnunum, 20 prosent í fiskivinnu og aðrari tilfeingisvinnu, og 15 prosent í byggivinnu og aðrari tilvirking.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392