- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fakfeløgini áttu at verið tikin við
18.03.2020 - 18:11
Innlendis
Fakfeløgini áttu at verið tikin við
Formaðurin í Starvsmannafelagnum skilir ikki, hví fakfeløgini ikki eru spurd um hjálparpakkan hjá landinum

Tað er skeivt, at politiski myndugleikin ikki hevur viðgjørt hjálparpakkan til fyritøkur og løntakarar við fakfeløgini. Tað metir Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum.
Talan er kortini ikki um innihaldið av hjálparpakkanum, ið formaður í Starvsmannafelagnum er misnøgdur við, men sjálvan arbeiðsháttin.
Men tað er væl hugsandi, at pakkin var øðrvísi, um fakfeløgini vóru ein partur av arbeiðinum.
Nú er fyrsti hjálparpakkin samtyktur á tingi, men um talan verður um fleiri hjálparpakkar, so eru fakfeløgini klár at taka lut í arbeiðinum, sigur Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV











