– Hetta hava vit ikki upplivað áður

23.04.2020 - 12:25
InnlendisVinna
– Hetta hava vit ikki upplivað áður
Tað er ikki sæð fyrr, at stórar nøgdir av lodnu er komin inn á firðirnar, og at lodnan gýtur her, sigur fiskifrøðingur

Lodna í stórum nøgdum er komin inn á føroysku firðirnar, og hon gýtir her.

 Hetta hava vit ikki upplivað áður, sigur Jan Arge Jacbsen, fiskifrøðingur og leiðari á uppsjóvardeildini á Havstovuni.

Lodna er eitt slag av laksafiski, og verður upp til 23 sentimetrar til longdar. Hon gongur í torvum uppi í sjónum, úr vatnskorpuni niður á 300 m, djúpast um dagin. Hon gýtur við botnin úr tveimum niður á 100 metra dýpi.

Føroysk skip fiska vanliga lodnu til ídna undir Ísland og í Barentshavinum.

Hoyr samrøðuna við Jan Arge Jacobsen, fiskifrøðing og leiðara á uppsjóvardeildini á Havstovuni.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454