- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sonurin sleppur á stovn tveir dagar í næstu viku
25.04.2020 - 17:50
Innlendis›Samfelag
Sonurin sleppur á stovn tveir dagar í næstu viku
Vegleiðingin hjá koronaráðgevingini ger, at dagstovnar í Tórshavnar Kommunu hava ikki pláss fyri øllum børnunum, sum eru teknað til í næstu viku.

Eftir fimm vikur heima fór sonurin hjá Mariu Winther Olsen aftur á stovn í síðstu viku. Men vaksandi tørvurin á barnaansing ger, at pláss er ikki fyri øllum børnunum í næstu viku.
-Eg helt, at vit nú høvdu fingið ein vanligan gerandisdag aftur. Men í gjár fekk eg so boð um, at hann fær bara ansing tveir dagar í næstu viku, sigur Maria Winther Olsen.
Hesa vikuna hava 40 prosent av børnunum í Havn verið á stovni. Í næstu viku eru 60 prosent teknað til, meðan 70 prosent hava biðið um pláss í aðru viku.
Í Klaksvík hava stovnarnir verið stongdir hesa vikuna, men í næstu viku fara millum 20 og 30 prosent av børnunum aftur á stovn.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV












