- Tíðindi, mentan og ítróttur
– Summi fáa varandi mein

Hvørjar fylgisjúkur og varandi mein kunnu standast av at hava havt koronusmittuna. Tað er spurningurin, sum læknavísindin enn ikki kann geva eina heildarmynd av. Men seinastu vikurnar eru alsamt fleiri fylgisjúkur staðfestar hjá fleiri sjúklingum, sum hava havt koronu.
Danski miðilin Berlingske skrivaði í gjár, at á Ríkissjúkrahúsinunm eru læknar ørkymlaðir um, at tað eru fleiri sjúklingar, sum til dømis vaknaðu eftir at hava yvirlivað koronu, sum hava tekin um heilaskaða.
Lars Fodgaard Møller, landslækni í Føroyum, sigur í dag, at tað eru fleiri dømi um, at tey, sum hava verið hart rakt av koronusmittuni, fáa varandi lungatrupulleikar. Men enn er ov tíðliga at siga, um langtíðaravleiðingar kunnu vera av koronusmittuni.
Lars Fodgaard Møller vísir eisini á, at tað eru eingir føroyingar, sum hava verið álvarsliga sjúkir av koronu, og tí veit hann ikki um, at nakar hevur fingið fylgisjúkur ella varandi mein av koronu her á landi.












