- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eldraøkið endurskoðað áðrenn 8. mai
26.04.2020 - 16:00
Innlendis›Samfelag
Eldraøkið endurskoðað áðrenn 8. mai
- Vit lata helst varisliga upp, og gera greiðari mannagongdir fyri starvsfólk, sigur stjórin í Kommunufelagnum

savnsmynd
Á eldraøkinum sakna tey greiðari boð um, hvørjar mannagongdir starvsfólk skulu fylgja, fyri at verja tey gomlu best. Joan Eileen Johansdóttir, heilsuhjálpari á heiminum Roðin, segði í Degi og Viku fríggjakvøldið, at hon kann ikki bera at taka smittuna við inn á ellisheimið og tí setir hon strangari treytir til sítt frítíðarlív, enn tilmælini frá myndugleikunum siga. Og hon er ikki einsamøll. Jóngerð Guttesen, leiðari á heiminum Roðin segði eisini við Dag og Viku, at fleiri starvsfólk eru bangin fyri at vera saman við fólki í frítíðini, tí tey hava ótta fyri at draga smittuna við inn á eldraøkið.
Tí eftirlýsa tey greið boð um, hvussu framtíðarútlitini fyri eldraøkið eru. Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum sigur við útvarpið í dag, at myndugleikarnir fara at gera eina nýggja vegleiðing fyri eldraøkið áðrenn 8. mai. Og hann væntar, at tær broytingarnar fara at viðføra, at man letur varisliga upp fyri eldraøkinum, eins og man hevur gjørt við fleiri øki í samfelagnum.
Starvsfólk á eldraøkinum hava eisini eftirlýst, at myndugleikarnir siga teimum, hvørjar leiðreglur tey skulu ganga eftir, so at tey verja tey gomlu á best møguligan hátt.
Eyðun Christiansen vísur á, at Kommunufelagið mitt í mars gjørdi eina avtalu við Pál Weihe, yvirlækna, og serkøn innan eldrarøktina, sum kundu ráðgeva fólk á eldraøkinum um ymisk ivamál, sum stinga seg upp. Tí heldur hann, at ein tilbúginvingarskipan hevur verið á eldraøkinum, sum hevur kunna loftað ymsu ivamálunum.
Men hann ásannar, at tey kanska ikki hava megnað at samskift hetta nóg væl út til alt eldraøkið. Hann sigur, at tey nú arbeiða við at gera enn greiðari mannagongdir - eitt nú fyri, hvussu eitt starvsfólk á eldraøkinum skal fyrihalda seg, um tey hava húsfólk ella familju, sum koma heim úr útlondunum og skulu í sóttarhald.
Hoyr innslag frá útvarpstíðindunum við at trýsta á pílin undir myndini.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV












