Nuuk letur uppaftur

bannari
26.04.2020 - 16:38
Útheimurin
Nuuk letur uppaftur
Grønlendski høvuðsstaðurin, Nuuk, lat í gjár upp aftur. Men kreppuráðið í Grønlandi varð sjálvt rakt av korona og fekk stórar avbjóðingar.
savnsmynd

Handlar, matstovur, venjingarmiðstøðir, kaffistovur, ølstovur og frisørar sluppu øll at lata upp aftur frá í gjáramorgunin klokkan 8.
Tó skulu fólk ikki hittast í bólkum á fleiri enn 100 fólk, og á matstovum, barrum og líknandi skal talið á gestum ikki vera hægri enn helvtin av tí, sum hølini annars eru góðkend til.
 
Grønland fór veruliga niður í ferð eina viku eftir, at Føroyar gjørdu tað. Men tá avgerðin varð tikin tann 18. mars, vóru tiltøkini strangari enn í Føroyum. Millum annað bleiv Nuuk avbyrgdur frá umheiminum.
 
Føroyingurin, Rógvi Finnson Johansen, er vegna grønlendska Heilsumálaráðið partur av grønlendska kreppuráðnum. Grønledska tilbúgvingin fekk brádliga rættiliga stórar avbjóðingar, tá koronasmittan rakti sjálvan kreppubólkin.

Hoyr longri samrøðu við Rógva Finnson Johansen við at trýsta á pílin á myndini. 
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Fríggjadag 13. november
Tekstur til tónleik: Vald
216134
Fríggjadag 13. november
Breddin: Miðlastuðul og vitlíki í bókmentum
216363
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328