MYNDAFRÁSØGN: Ferðavinnan í fríum falli

MYNDAFRÁSØGN: Ferðavinnan í fríum falli
Hotellini standa tóm, matstovurnar tað sama, nú koronakreppan hevur sent ferðavinnuna í eitt frítt fall. Her er ein serlig myndafrásøgn um støðuna.
03.05.2020 - 20:00

Fetini hjá Johannes Jensen upp eftir trappunum til nýggju matstovuna í Hotel Føroyum eru tung.

Hóast kalendarin vísir, at vit eru farin inn í mai mánað, so er deyðatøgn og tómt í kenda gistingarhúsinum við flotta útsýninum yvir Havnina. 

Johannes Jensen er bæði stjóri og ein av eigarunum av Gist & Vist, sum er størsta gistingarhús og matstovu samtakið í landinum. Gist & Vist rekur eitt nú Hotel Føroyar, Hotel Tórshavn og Hotel Vágar, og so allar okkara fremstu matstovu, eitt nú Koks, sum hevur tvær Michelin-stjørnur, Áarstovu, Barbaru, Ræst, Tarv, Skeivapakkhús og Etika. 

Men beint nú er Johannes Jensen vitni til, at lívsverk hansara syndrast fyri eygum hansara. Koronakreppan hevur sent blómandi føroysku ferðavinnuna í eitt frítt fall. 

- Hetta er einki stuttligt, staðfestir Johannes Jensen vónleyst, meðan hann hyggur út gjøgnum eitt vindeyga í nýggju matstovuni, sum stendur klár at taka móti gestum. 

- Tað mangla bara gardinurnar, leggur hann afturat og yppir øksl. 

 

"Umsetningurin er farin niður í einki. Hotellið er skraltómt."

Johannes Jensen, eigari og stjóri, Gist & Vist

 

Missa 90 prosent

Hósdagin segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, alment, at myndugleikarnir ikki ynskja, at ferðafólk koma til Føroya í summar. 

SÍ EISINI: Løgmaður: Ynskja ikki ferðafólk í summar

Gistingarhúsini standa tískil til at missa upp í 90 prosent av viðskiftafólkunum í ár, vísir ein greining, sum Deloitte hevur gjørt fyri Betri Banka.

Hetta lemjandi fyri virksemið hjá øllum teimum, sum arbeiða innan ferðavinnuna. Johannes Jensen og hini, sum reka gistingarhús og matstovur, hava verið noydd at siga hópin av fólkum úr starvi. Eitt nú hevur ferðaskrivstovan 62 norð sagt øll starvsfólkini upp - eisini stjóran Bergur Thomsen. 

LES EISINI: 62 Norð sigur øllum starvsfólkunum upp

Fallið hjá ferðavinnuni ávirkar eisini bruttotjóðarúrtøkan hjá Føroyum, sum minkar kanska heilt upp í 800 milliónir krónur. 

Føroyska ferðavinnan hevur hesi síðstu sjey árini havt ein árligan vøkstur í inntøkunum frá útlendskum ferðafólkum upp á 10 prosent. 

Í 2019 vóru inntøkurnar frá innkomandi ferðavinnuni 784 milliónir krónur. 

Áðrenn korona kom, vóru útlitini, at umsetningurin fór at økjast upp í hálva aðru milliard krónur í 2025. Tá, í 2025, høvdu ársverkini innan ferðavinnuna verið 1.350, sigur Deloitte.

Óvist er, um hjálparpakkarnir eru nóg góðir til at tryggja, at ferðavinnan kemur fíggjarliga fyri seg aftur eftir koronakreppuna, skrivar Deloitte í frágreiðingini.

LES EISINI: Ferðavinnan vil hava endurgjald

 

Stongt tvey gitstingarhús

Johannes Jensen, stjóri í Gist & Vist, hevur longu stongt tvey gistingarhús, Hotel Tórshavn og Hotel Vágar, og so nakrar av matstovunum.

Hann dylir ikki yvir, at um samtakið ikki fær onkra fíggjarliga hjálp frá bæði bankum og landinum, so hórar Gist & Vist ikki undan koronakreppunni. 

- Ferðavinnuárið 2020 er farið fyri skeytið, so vit fáa ongar inntøkur fyrr enn apríl komandi ár. Beint nú royna vit bara at tillaga okkum støðuna, men vit yvirliva ikki uttan hjálp til næsta ár - hjálp frá annahvørt pengingarstovnum ella frá tí almenna," staðfestir Johannes Jensen, stjóri, erliga.  

- Umsetningurin hjá okkum er farin niður í einki. Tú sært tað sjálvur. Hotellið er skraltómt. Tað er syrgiligt. Mann roynir at hugsa rationelt, og mann roynir at hugsa við hjartanum. Tað, sum er mest umráðandi, eru fólkini kring ein. Tað er ótrúligt at uppliva tað forstáilsi, sum tey hava víst.

 

"Vit yvirliva ikki uttan hjálp til næsta ár."

Johannes Jensen, eigari og stjóri, Gist & Vist

 

Sí serligu myndafrásøgnina hjá Bjarna Árting Rubeksen, myndamanni, og Una Leitisstein Hansen, journalisti, við at trýsta á myndina ovast í greinini. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. november
Morgunlestur mikudagur 27.november 2024
184216
Týsdag 26. november
LEITISSTEIN 26.11.2024 (Marius DC)
184212
Týsdag 26. november
Tíðarrák (5:5)
184198
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. november
Fólksins rødd 4:4 - teknmálstulkað
184221
Týsdag 26. november
Føroysk fiktión (2:5)
184205
Týsdag 26. november
Veðrið
184201
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179
Týsdag 26. november
Andaktin
184172