Tingformaðurin formaður í grein 25-nevndini

Tingformaðurin formaður í grein 25-nevndini
Nevndin skal viðgera eitt uppskot um broytingar í stýrisskipanarlógini
Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, er formaður í grein 25-nevndini
 
04.05.2020 - 08:26

Grein 25 nevndin, sum skal viðgera broytingar í stýrisskipanini, hevur nú skipað seg, og hon hevur fund í dag.

Jógvan á Lakjuni í Fólkaflokkinum er formaður í nevndini, og Ingilín Didriksen Strøm í Javnaðarflokkinum er næstforkvinna.

Nevndin varð vald 6. mars.

Hvør flokkur hevur eitt fólk í nevndini. 

Í nevndini eru eisini Frimodt Rasmussen í Sambandsflokkinum, Hervør Pálsdóttir í Tjóðveldi, Bill Justinussen í Miðflokkinum, Bjarni Kárason Petersen í Framsókn og Kristin Michelsen í Sjálvstýri.

Maður til fólk

Tingkvinnurnar, Ingilín Didriksen Strøm í Javnaðarflokkinum og Hervør Pálsdóttir í Tjóðveldi, mæla til at broyta stýriskipanarlógina.

Tær vilja, at orðið maður í stýriskipanarlógini skal broytast til orðið fólk.

Løgtingsmaður skal verða løgtingsfólk til dømis. Og embætismaður skal eita embætisfólk.

Nevndir, sum verða settar eftir grein 25 í tingskipanini, sita til nevndin hevur avgreitt setning sín og í longsta lagi til tingsetan endar á ólavsøku.

Skal stýriskipanarlógin broytast, skal uppskot um tað samtykkjast í tveimum løgtingum, val skal vera ímillum samtyktirnar.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Mánadag 27. juli
RagnarRokk: J. Asgaard um Hævnen
209128
Sunnudag 26. juli
Søgan um Johnny Cash 4. partur
211306
Sunnudag 26. juli
Tónleikur í 13 øldir (4:10)
210348
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098