Næmingar savna inn til coronaraktan bý í Bolivia

Næmingar savna inn til coronaraktan bý í Bolivia
Boliviahjálpin, sum á hvørjum ári savnir inn til ein skúla í Bolivia, víðkar innsavningina til eisini at hjálpa fátøkum familjum í býnum
 
18.05.2020 - 10:07

Bolivia-hjálpin víðkar sítt virksemi í ár.

Menningarhjálpin til skúlan í Cochis í Bolivia, er nú eisini vorðin neyðhjálp í býnum.

Orsøkin er korona.

 - Har eru nógv, sum ikki fáa neyðuga matin, tey hava tørv á, sigur Randi Meitil, lærari á Glasir og limur í Bolivia-hjálparbólkinum.

1372207

Tað hevur annars verið siðvenja síðani 2010, at næmingar á Glasi skræða ein skúladag úr álmanakkanum og ístaðin arbeiða. Dagslønirnar verða savnaðar saman og sendar til skúlan í Quchis í Bolivia.

So var eisini í ár. Men av tí at støðan er vorðin so álvarsom í býnum, har útgongubann er; savna tey hesa vikuna pengar, sum skulu hjálpa teimum familjum, sum eru ringast fyri í býnum.

Her eru nakrar myndir frá Cochis, har fólk fara út við neyðhjálp. Tey mugu fylgjast við herinum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770