- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bíða eftir eini áheitan
19.05.2020 - 13:59
Innlendis›Samfelag
Bíða eftir eini áheitan
Stýrið í Arbeiðsloysisskipanini er sinnað at viðgera, um innlit skal latast í hjálparpakka eitt, um tað fær eina áheitan frá myndugleikunum

Eyðfinnur Jacobsen, formaður í stýrinum fyri ALS, er sinnaður at viðgera málið av nýggjum í ALS-stýrinum, um politiski myndugleikin metir, at innlit skal latast í, hvørjar fyritøkur hava brúkt serligu ALS-skipanina í hjálparpakka eitt.
Kringvarpið hevur fingið noktað svar, tá søkt hevur verið um innlit í hvørjar fyritøkur hava brúkt skipanina.
Sambært Eyðfinni Jacobsen, er orsøkin tann, at innlit veitir ov nógvar upplýsingar um einstakar borgarar. Og tað er í stríð við bæði persónsupplýsingarlógina og lógina um alment innlit.
Frætt meira um hetta í Breddanum í útvarpinum 17:05 í dag.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV













