Klakkur fiskar kvotuna á Flemish Cap

Klakkur fiskar kvotuna á Flemish Cap
Toskurin er fyri rossamakrelin, sum Føroyar hava í Suðurkyrrahavinum
Klakkur fiskar tey 355 tonsini av toski á Flemish Cap, sum er fingin í býti fyri rossamakrel í Suðurkyrrahavinum
 
25.05.2020 - 09:28

Aftur í ár skal frystilínuskipið Klakkur fiska toskin, sum Føroyar hava fingið á Flemish Cap fyri rossamakrel í Suðurkyrrahavinum.

Klakkur skal fiska fyri partafelagið Thor Fisheries, sum eigur toskin, tí Thor hevði rætt til at fiska uppsjóvarfisk í Suðurkyrrahavinum.

Føroyar hava í ár fingið 355 tons av toski á Flemish Cap, sum er í NAFO-økinum.

Toskurin er fyri rossamakrelin, sum Føroyar hava í Suðurkyrrahavinum.

Býtishandil við ES

Føroyar fiska ikki longur í Suðurkyrrahavinum, og tí hava Føroyar fingið tosk á Flemish Cap í einum býtishandli við ES.

NAFO-økið er altjóða sjógvur sunnan fyri Grønland og eystan fyri Kanada.

Í fjør summar brúkti Klakkur tríggjar vikur til at fiska tey 450 tonsini av toski, sum føroyingar tá fingu frá ES á Flemish Kap.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815