Annika í Dímun, 3. partur

/var/www/kvf/sites/all/themes/bootstrap_subtheme/entity_render/node--vit_utvarp.tema.tpl.php
Annika í Dímun, 3. partur
26-05-2020

Hetta er útvarpsleikurin um Anniku í Dímun. Eir í Ólavsstovu leggur til rættis, og Jónheðin Tróndheim var tøkningur.

Annika í Dímun

Útvarpsleikur í fimm pørtum.

Eir í Ólavsstovu hevur lagt útvarpsleikin um Anniku í Dímun til rættis. Útvarpsleikurin byggir á kendu søgnina um Anniku í Dímun, sum var søkt á Havnarvág í 16. øld.

Annika verður ímóti sínum vilja gift við bóndanum í Dímun, hóast hon er trúlovað Sjúrði. Bóndin doyr brádliga, og Annika verður løgd undir at hava beint fyri honum.

Søgan byrjar, tá ið Annika rennur fyri lívinum undan pápanum, sum hevur tapt hana í kortspæli til dímunarbóndan. Saman við gomlu Guðruni, sum hevur hildið hús hjá pápa Anniku, sýslumanninum, fer hon út í Dímun og verður matmóður har. Hóast hon verður gift við dímunarbóndanum, heldur hon á at hava samband við Sjúrð, sum í loyndum vitjar oynna. Sonur bóndans, Tróndur, er tó alt annað enn fegin um Anniku, og hann roynir av øllum alvi at gera lívið trupult fyri hana. 

Jónheðin Tróndheim var tøkningur.