Veljarakanning: Samgongan missir meirilutan

Veljarakanning: Samgongan missir meirilutan
Spyr.fo hevur gjørt kanningina fyri Portalin
Samgongan hevði mist meirilutin, og Javnaðarflokkurin hevði verið størstur, var val nú, vísir nýggj veljarakanning
 
02.06.2020 - 14:48

Samgongan missir meirlutan, og Javnaðarflokkurin verður størsti flokkur.

Spyr.fo hevur gjørt veljarakanning fyri Portal.fo.

Fríggjadagin spurdu tey 500 fólk, hvønn tey høvdu valt, um løgtingsval var í dag. Úrslitið av kanningini er, at andstøðan fær meira 53 prosent av atkvøðunum, sum svara til 17 tingsessir. 

27,1 prosent siga seg velja Javnaðarflokkin, framgongdin er 4,9 prosentstig. Tað gevur níggju tingsessir, sum eru tveir fleiri enn í dag.

Framsókn gongur eitt vet fram, 1,4 prosentstig. Tjóðveldi stendur at kalla í stað, framgongdin er 0,1 prosentstig.

Samgongan missir

Stóru samgonguflokkarnir missa allir eitt vet. Fólkaflokkurin missir 1,6 prosentstig og Sambandsflokkurin eitt prosentstig.

Miðflokkurin og Sjálvstýri missa eisini, Miðflokkurin 1,1 prosentstig og Sjálvstýri 1,3 - og hesir báðir flokkar høvdu mist hvør sítt umboð til Javnaðarflokkin, skrivar Portal.fo.

Portalurin skrivar eisini, at hóast Sjálvstýri ofta missir sína umboðan á tingi í slíkum veljarakanningum, so hevur flokkurin ongantíð, síðan Spyr.fo byrjaði at gera regluligar veljarakanningar fyri Portalin á vetri 2018, havt so lítla undirtøku sum nú.

2,9 prosent siga seg velja Sjálvstýri, vísir kanningin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846