Korona: Fleiri enn 10.000 kanningar gjørdar

bannari
Korona: Fleiri enn 10.000 kanningar gjørdar
Nú eru skjótt tveir mánaðir síðani, at nakar varð staðfestur at vera smittaður í Føroyum
Í gjár vórðu 146 kanningar gjørdar, men tær vóru allar negativar
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
04.06.2020 - 15:31

Nú eru gjørdar 10.003 koronukanningar í Føroyum. Í gjár vóru 146 kanningar gjørdar, og allar vóru negativar.

Nú eru skjótt tveir mánaðir síðani, at nakar varð staðfestur at vera smittaður í Føroyum.

Tað var 6.apríl, tá ein kanning var positiv.18.apríl varð smittan staðfest aftur, og so tann 22.apríl.

Komu við flogfari

Men í øllum trimum førunum var talan um fólk, sum komu til Føroya við flogfari.

Síðani 22.apríl eru 3.733 koronukanningar gjørdar í Føroyum. Allar hava verið negativar.  

187 fólk í Føroyum eru staðfest at hava fingið koronusmittuna. Og tey eru øll vorðin frísk aftur.

Fyrstu ferð, korona varð staðfest í Føroyum, var 3.mars.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341