Sí myndafrásøgnina: Føroyar móti rasismu

Sí myndafrásøgnina: Føroyar móti rasismu
Við herrópunum "Føroyar móti rasismu" og "Eingin friður uttan rættvísi" gingu hundraðtals fólk mótimælisgongu móti rasismu sunnudagin.
Bjarni Árting Rubeksen
09.06.2020 - 21:09

Tað skapti stóra øsing, tá litti amerikumaðurin George Floyd varð kvaldur av løgregluni tann 25. mai, tá hann skuldi handtakast. 

Stóru mótmælisgongurnar í USA hava spjatt seg til allan heimin og eisini til Føroya.

"Black Lives Matter - eisini í Føroyum" kallaðist mótimælistiltakið í Havn sunnudagin, sum hevði til endamál bæði at varpa ljós á órættvísi, sum litt fólk í USA er fyri, men sanniliga eisini at venda sjóneykuna á okkum sjálvi. 

Bjarni Árting Rubeksen, myndamaður, Ása Hammershaimb Christiansen, reportari, og Gilli Brend í Hoyvík, myndamaður, vóru til staðar og skjalfestu hendingina í myndum, ljóði og samrøðum. Uni Leitisstein Hansen setti alt saman. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 3. mai
Guðstænasta í Mariukirkjuni
207844
Leygardag 2. mai
Andakt
207816
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
207810