Málið er Everest

Málið er Everest
Jákup Petur Eliassen hevur sett sær fyri at súkkla 8848 sokallaðar hæddarmetrar ella tað, sum í súkkluheiminum verður kallað ein 'Everest'.
Gilli Brend í Hoyvík
Her er hann á sløttum, men í juli verður mótbrekkan hørð
11.06.2020 - 16:08

Tú velur tær eina brekku og súkklar hana umaftur og umaftur, til tú hevur súkklað 8848 sokallaðar hæddarmetrar. Einasta krav er, at teinurin skal súkklast í einum uttan at sova.

Tað ljóðar einfalt, og er tað kanska eisini. Men lætt er tað ikki.

Kortini er tað hetta, sum Jákup Petur Eliassen hevur sett sær fyri.

 - Hetta við 'everesting' er nakað, sum eg altíð havi droymt um, og kappingar og venjingarlegur hjá mær uttanlands vórðu allar avlýstar, so eg hugsaði, at "tað hevði verið ræðuliga stuttligt, at roynt", sigur triatleturin.

Okkara lívstílur er ov makligur

Jákup Petur Eliassen fer nú at royna at útinna bragdið. Hann hevur valt sær brekkuna úr Krákugjógv niðan á Húsareyn.

Brekkan er tríggjar kilometrar long og gevur 211 hæddarmetrar hvørja ferð. Tað vil siga, at hon skal súkklast ikki minni enn 42 ferðir. Samlaði teinurin verður umleið 250 kilometrar - helvtin í harðari mótbrekku.

 - Eg haldi, at okkara nýmótans lívsstílur er sera tryggur. Alt er heitt og fjálgt, tað eru eingir vandar og eingin pína av nøkrum slag. Tað er ov lítið áhugavert, sigur Jákup Petur Eliassen.

Honum dámar at bjóða sær sjálvum av og kenna tað, sum ekstremítróttur hevur við sær.

 -  Tú elskar alt og øll eina løtu, men løtu seinni er alt øgiliga hart, og tú tekur synd í tær sjálvum og ynskir at liggja heima í songini. Upp og niður, tað er stuttligari, sigur triatleturin.

Ætlar at taka danska metið

Jákup Petur Eliassen er greiður yvir, at tað als ikki er vist, at hann klárar at súkkla teir 8848 hæddermetrarnar. 

Mótbrekkan er ikki yndisdisiplinin - hann vigar smá 90 kilo - men hann hevur góðar vónir kortini. 

 - Um eg klári helvtina við beinunum, má viljin bera meg ígjøgnum seinnu helvtina, sigur hann. 

Og hann hevur eisini gott eyga á danska metinum, sum er 17 tímar og 8 minuttir.

 - Tað er kanska veruleikafjart, men tað hevði verið stuttligt, og eg ætli at royna at taka tað.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 6. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206641
Mánadag 6. apríl
Várkonsert 2026 (2:2)
206038
Sunnudag 5. apríl
Evangeliskur fundur í Ebenezer
206632
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638
Sunnudag 5. apríl
Andaktin páskadag við Gimma Olsen
206635
Sunnudag 5. apríl
Kim og Føroya Symfoniorkestur 2026
206634