– Skilji væl tað er leingi at bíða

14.06.2020 - 14:17
Innlendis112
– Skilji væl tað er leingi at bíða
Tummas í Garði, læknastjóri á Landssjúkrahúsinum skilir væl, at tað kennist ov leingi at bíða eftir hjálp í 40-45 minuttir

Tá ið ein kvinna gjørdist bráðfeingissjúk í Nólsoy í gjár, kendist tað sera leingi hjá fólki á staðnum at bíða eftir hjálp frá tyrlu ella bjargingarbáti. Tí tað tók upp ímóti 45 minuttum at fáa hjálp. 

Tummas í Garði, læknastjóri sigur, at í gjár var støðan tann, at alarmsentralurin ikki fekk fatur aftur á fólkunum í Nólsoy, og tí varð neyðugt at ringja til tilbúgvingarfólk í oynni fyri at fáa lýst tørvin á hjálp.

Tað eigur ikki at taka longri enn 30 minuttir við tyrluni, tí í avtaluni við tyrlutænastuna stendur, at tey lova at vera á staðnum innan 30 minuttir, sigur Tummas í Garði, læknastjóri.

Men tað er ikki altíð so einfalt, tí fólk sita ikki og bíða umborð á bjargingarbátum ella á tyrlunum, og tí kann tað taka longri at koma á staðið, enn teir minuttirnar tað tekur at sigla ella flúgva til Nólsoyar. Men kortini eigur tað ikki taka longri enn 30 minuttir, sigur læknastjórin.

Hoyr samrøðu við Tummas í Garði við at trýst á pílin undir myndini.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 22. desember
Norðurljóð 22.desember 2025
201436
Mánadag 22. desember
Morgunlestur mánadagur 22.desember 2025
201806
Sunnudag 21. desember
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
201811
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 22. desember
Veðrið
201868
Mánadag 22. desember
Havið - Kærleiki umborð
201870
Mánadag 22. desember
Jólapakkin til sjómannin
201863
Sunnudag 21. desember
Andakt
201817
Sunnudag 21. desember
Møti úr Betesda í Klaksvík
201807