Fangaður í fimm mánaðir

bannari
14.06.2020 - 17:44
Innlendis›Samfelag
Fangaður í fimm mánaðir
- Tað er serliga óvissan um, nær vit sleppa heim, sum tyngir, sigur Conrad Gaard Joensen úr Vági, sum hevur verið umborð á Laprouse i 5 mánaðir

Hann skuldi vera burturi til arbeiðis sum maskinmeistari á skipinum Laprouse hjá DS Norden í átta vikur, men nú hevur hann verið fangaður umborð í fimm mánaðir. 

 

- Hjá altjóða samfelagnum hevur hetta verið úti av lagið vánaligt, tí øll londini vilja hava tær vørurnar vit flyta, men eingin vil hjálpa sjómonnunum at sleppa heim, sigur Conrad Gaard Joensen. 

 

Kortini er ein glotti fyri framman, tí fyri stuttum fingu teir umborð at vita, at í Korea sita nakrir mans í sóttarhaldi fyri at sleppa umborð á Laprouse, so at verandi manning kann sleppa heim. Men enn er óvist um tað fer at bragda. 

 

- Tað ringasta er, at vit vita ikki, hvat fer at henda. Tað er serliga óvissan, sum tyngir manningina, og tá boð komu um, at tað fór kanska at bera til, tá batnaði huglagið umborð, sigur Conrad Gaard Joensen í dag. 

 

Hoyr samrøðu við Conrad Gaard Joensen við at trýsta á pílin undir myndini. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. november
Lazarus - Beinleiðis úr Studio 5
216358
Fríggjadag 13. november
Le connetable
216318
Hósdag 12. november
RagnarRokk 12.november 2026
215565
Hósdag 12. november
RagnarRokk: Chuck Billy um Holding My Breath
215564
Hósdag 12. november
RagnarRokk:Joakim Nilsson um Fever
215561
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210