Norðborg togað til lands

Norðborg togað til lands
Skipið hevur fingið maskinskaða. Brimil togar Norðborg til Fuglafjarðar
Norðborg.
 
21.06.2020 - 09:07

Fyrrapartin kom Brimil á Fuglafjørð við Norðborg, sum fekk maskinskaða eystur úr Føroyum í gjár.

Boð vórðu send eftir Brimli um ellivu tíðina fyrrapartin í gjár, og Brimil fór at toga Norðborg til lands um átta tíðina í gjárkvøldið.

Norðborg hevði trolið úti, tá hon fekk maskinskaða, men tað eydnaðist at fáa trolið inn, hóast eingin framdrift var.

Norðborg landar lýsi og fiskamjøl í Fuglafirði, og síðani fer Brimil at toga hana til Klaksvíkar, har frysti fiskurin verður landaður.

Skiparin á Norðborg, Hans Klakstein, sigur, at teir halda, at maskinskaðin er so mikið stórur, at tað kann fara at taka drúgva tíð at gera hann aftur.

Fyrsta dagin kemur fólk frá norsku verksmiðjuni, sum hevur latið motorin til Norðborg, til Føroya at kanna skaðan. 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961