Kunnu fiska ein triðing meira av toski

Kunnu fiska ein triðing meira av toski
ICES heldur, at fiskast kunnu 885.600 tons av toski í Barentshavinum næsta ár
Fiskastovnarnir í Barentshavinum eru væl fyri, sigur ICES
 
24.06.2020 - 09:30

Toskurin í Barentshavinum er nu so væl fyri, at ICES mælir til, at næstan ein triðingur meira kann fiskast har í 2021 enn í ár.

ICES mælir til, at fiskast kunnu 885.600 tons av toski í Barentshavinum næsta ár.Í ár er tilmælið 690.000 tons.

Tilmælið fyri 2021 er 20 prosent størri enn kvoturnar, sum Noreg og Russland ásettu fyri 2020. Tær eru 738.000 tons. 

Hýsa og upsi

Betur stendur eisini til hjá hýsuni og upsanum í Barentshavinum.

ICES mælir til at fiska 232.500 tons av hýsu og 198.000 tons av upsa næsta ár.

Fyri 2020 eru tilmælini 215.000 tons fyri hýsu og 172.000 tons fyri upsa.
  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Sunnudag 2. august
Møti úr Elim
211469
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375