Hópuppsagnir hjá SAS: 1.593 fólk uppsøgd

bannari
Hópuppsagnir hjá SAS: 1.593 fólk uppsøgd
Skandinaviska flogfelagið stríðist í løtuni fyri at yvirliva, sigur felagið eftir at næstan 1.600 starvsfólk eru søgd úr starvi í morgun
SAS hevur í morgun handað 1.593 starvsfólkum uppsagnarbræv
 
29.06.2020 - 10:12

Skandinaviska flogfelagið, SAS, hevur í dag handað 1.593 starvsfólkum uppsagnarbræv. Tað upplýsir felagið í fráboðan í dag.

Hetta er eitt sindur minni, enn væntað varð. Tá sparitiltøkini vórðu fráboðað, varð tosað um, at umleið 1.700 fólk hjá flogfelagnum skuldu sigast úr starvi.

Talan er um 684 flogternur, 586 starvsfólk á landi, 176 flogskiparar, 96 tøkningar og 51 starvsfólk í umsitingini, skrivar tíðindastovan hjá Ritzau.

Stríðast fyri at yvirliva

Hetta er ein tungur dagur í SAS-søguni. Koronukreppan hevur rakt SAS við so harðari megi, at vit nú stríðast fyri at yvirliva, skrivar danski pressustjórin, Sille Beck Hansen.

Uppsøgnirnar hjá SAS í morgun svara til umleið 1.420 fulltíðarstørv. Tá koronukreppan tók seg upp, vóru tilsamans 11.000 fulltíðarstørv hjá SAS.

 >> SÍ EISINI Skylda milliardir fyri avlýstar ferðir

SAS segði miðskeiðis í juni, at felagið hevði tørv á níggju milliardum, skuldu flogfelagið klára seg. Hesum hava danski og svenski staturin, sum eiga flogfelagið, játtað at hjálpa við.

Skandinaviska flogfelagið væntar ikki, at turbulensurin er av í hesum umfarinum. SAS væntar ikki, at eftirspurningurin økist aftur fyrr enn í 2022, sigur felagið í morgun.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815