René Shaki Joensen tryggjaði HB sigurin móti ÍF

René Shaki Joensen tryggjaði HB sigurin móti ÍF
René Shaki Joensen varð hetjan, tá hann tryggjaði HB sigurin í spennandi dysti móti íF í Fuglafirði
Avgerandi: René Shaki Joensen skoraði til 2-1 í Fuglafirði
Mynd: Rakul Hansen/HB  
 
04.07.2020 - 17:03

HB legði trýst á hini liðini í toppinum í Betrideildini við 2-1 sigri í spennandi dysti móti ÍF.

Heimaliðið legði seg á odda longu tá 6 minuttir vóru spældir. Tað var leigusveinurin úr Víkingi, Hans Jákup Lervig, sum skeyt málið.

HB svaraði aftur miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá Mathias Nygaard javnaði við skallara. 

Nógvir málkjansir vóru í dystinum, og tað var serliga HB, sum í fleiri umførum var nær við at skora.

Og avgerandi málið kom, tá 21 minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki. Landsliðsspælarin, René Shaki Joensen, varð  hetjan hjá oddaliðnum.

Hóast ÍF royndi og var nær við at javna síðstu løtuna, eydnaðist tað ikki, og HB fekk øll trý stigini og kom upp á 28 stig.

ÍF - HB, 1-2
1-0 Hans Jákup Lervig, 6 min.
1-1 Mathias Nygaard, 30 min.
1-2 René Shaki Joensen, 66 min.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. august
Tónleikur í 13 øldir (6:10)
210350
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558