Hevur helst ikki smittað onnur

bannari
05.07.2020 - 17:32
Innlendis›Heilsa
Hevur helst ikki smittað onnur
Lítil vandi er fyri, at ferðafólkið, sum varð testað positivt fyri koronu á flogvøllinum í gjár, hevur smittað onnur

Talan er um ein persón, sum áður hevur havt koronu og er vorðin frískur aftur. Tí hevur viðkomandi tikið eina blóðroynd, ið skal staðfesta, um hann ella hon hevur andevni móti koronu í kroppinum. Um so er , so er viðkomandi  frísk ella fískur og smittar ikki.

Men er tað so, at persónurin, sum kom til Føroya við flogfari í gjár, hevur smittað onnur umborð á flogfarinum ella á flogvøllinum, so er kortini enn ongin vandi fyri, at hesi hava borið smittuna víðari, sigur Bjarni á Steig, yvirlækni og ráðgevi hjá Heilsumálaráðnum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672