– Ov tíðliga at stúra

bannari
11.07.2020 - 15:21
Innlendis›Heilsa
– Ov tíðliga at stúra
Vit skulu vera ansin, tí korona kann ávirka lungu og heila, men tað er ov tíðliga at verða ørkymlað um langtíðareftirfylgjur av koronu

Í Bretlandi sigur heilsuverkið, at tíggjundi hvør er langtíðarávirkaður av koronu.

Bjarni á Steig, yvirlækni, sigur tó, at tað í heiminum eru skrásettir fáir tilburðir av fólkum, sum hava langtíðarhjáárin eftir tríggjar mánaðir.

– Vit mugu vóna, at øll gerast heilt frísk aftur, men tað vita vit ikki enn. Men vit vita frá øðrum virusum og bakterium, at fólk sum oftast verða heilt frísk aftur, sigur Bjarni á Steig.

Kann hava langtíðareftirfylgjur við sær

Hetta er fyrsta koronavirusið, sum kann hava langtíðareftirfylgjur við sær. Koronavirusið kann ávirka lunguni, men eisini heilan og nervalagið.

Tað sóu læknarnir í Føroyum eisini, tí luktisansurin hjá onkrum var ávirkaður, og onkur hevði kaldar føtur. Í Føroyum er eingin staðfestur við langtíðarhjáárinum, eftir at hava havt koronu.

Um ella tá korona kemur til Føroya aftur, sigur Bjarni á Steig, at tey skulu fyrst og fremst vera til reiðar at viðgera koronu, men eisini mugu viðgera tey, sum eru ávirkað í longri tíðarskeið.

Bretland fer nú at viðgera fólk, sum eru langtíðarsjúk av koronu, og danska heilsustýrið sigur seg arbeiða við tí sama eisini. Tað skrivar TV2.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328