Maskur kravdar í Bretlandi

bannari
Maskur kravdar í Bretlandi
Fólk í landinum skulu nú venja seg við, at brúka masku, tá tey keypa inn
Frá í næstu viku skulu bretar vera í masku, tá teir fara ørindi til handils
 
14.07.2020 - 08:41

Bretsku myndugleikarnir hava gjørt av, at frá fríggjadegnum 24. juli er tað krav, at fólk í landinum eru í masku, tá tey fara til handils.

Fólk, ið ikki lata seg í masku, kunnu rokna við at fáa bót uppá umleið 100 pund, sum er umleið 820 krónur, skrivar bretska kringvarpið, BBC.

Sambært skrivstovuni hjá bretska forsætisráðharranum, Boris Johnson, eru vaksandi prógv fyri, at tað verjir fólk at vera í masku saman við øðrum innandura, og harumframt verjir tað eisini onnur fólk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 16. november
Norðurljóð 16.november 2026
215027
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470
Sunnudag 15. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni.
216442