Siglir undir føroyskum flaggi

Siglir undir føroyskum flaggi
Nýggjasta skipið hjá íslendska Eimskipi, Dettifoss, er skrásett í føroysku altjóða skipaskrásetingini
Mynd: Eimskip  
 
15.07.2020 - 06:53

Vilhelm Már Þorsteinsson, forstjóri í Eimskipafelag Íslands, sigur við íslendska kringvarpið, RÚV, at føroyska skipaskrásetingin er sera góð, millum annað viðvíkjandi skatti. Eingin slík skráseting er í Íslandi.

Onnur skip hjá Eimskipi hava verið og eru eisini skrásett í Føroyum. Og Eimskip hevur dótturfelag í Føroyum, Faroe Ship, sum Eimskip eigur hundrað prosent.  

Dettifoss kom til Reykavíkar í gjár. Skipið er bygt í Kina og fór haðani fyrst í mai. Dettifoss er størsta farmaskip, sum hevur verið í íslendska flotanum. 

Manningin er íslendsk burturav. Dettifoss er slakar 180 metrar langur. Til samanberingar kann nevnast, at Norrøna er góðar 164 metrar long.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655