- Tíðindi, mentan og ítróttur
Trivnaðurin var vánaligur í vár

Danskarar vórðu ávirkaðir sálarliga, serliga, tá ið korona stóð uppá tað ringasta í mars mánaði. Tað vísa kanningar, sum granskarar hava gjørt í vár, sambært DR.
Professarin Søren Dinesen á Aarhus universiteti hevur saman við professarum á Syddansk Universitet og universitetinum í Keypmannahavn, gjørt spurnarkanningar um trivnaðin hjá fólkum í vár.
Fyrsta kanningin var í mars mánaði, og tá trivust fólk illa. Nógv vórðu smittað við korona og deyðatalið var hægst um hetta mundið. Trivnaðarkanningar verða javnan gjørdar í Danmark, og um mann samanber kanningina í vár við undanfarin á, vóru fólk nógv meira tunglynt, høvdu angist og vórðu ørkymlað.
Tey blivu m.a. spurd um tey kendu seg frísk, úthvíld, hvussu tey høvdu tað, tá ið tey vaknaðu um morgnarnar, og hvussu tey sóu uppá lívið. Heimsheilsustovnurin WHO hevur gjørt spurnablaðið, og tað hevur verið brúkt í 30 londum.
Síðst í apríl gjørdu tey somu kanning við somu fólkum, og tá vóru fólk longu eitt sindur glaðari aftur, høvdu minni angist og betri mót uppá gerandisdagin, sigur Søren Dinesen.
Professarin Anders Korsgaard, sum arbeiðir á kreppudeildini á Ríkissjúkrahúsinum, sigur, at tað gevur góða meining, at fólk trívast betri aftur so skjótt.
- Bæði sum einstaklingar og sum samfelag hava vit ótrúlig evni at tillaga okkum og koma fyri okkum aftur eftir ógvusligar hendingar og kreppur, sigur hann.


























