Vil ikki lova hægri játtan til tunnilstoymið

18.07.2020 - 13:06
Innlendis›Samfelag
Vil ikki lova hægri játtan til tunnilstoymið
Landsstýrið eigur at seta fleiri pengar í tunnilstoymið so koyrandi verður ígjøgnum dalstunnilin um trý ella fýra ár

Landsstýrið eigur at seta fleiri pengar í tunnilstoymið hjá Landsverki, so koyrandi verður í Dalstunnlinum um trý ella fýra ár. Tað segði Sigurð Lamhauge, stjóri á Landsverki, í útvarpinum í vikuni.

Í heyst verður farið undir at bora Dalstunnilin, men við verandi játtan, 9 milliónir krónur, verður tunnilin neyvan liðugur fyrrenn um seks ár. Men verða 20 milliónir krónur settar av, so verður Dalstunnilin liðugur um trý ella fýra ár. Jørgin Niclasen, landstýrismaður í fíggjarmálum, vil tó ikki lova hægri játtan til tunnilstoymið.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334