Dalstunnilin letur upp 18. juli

Dalstunnilin letur upp 18. juli
Áðrenn hátíðarhaldið verður høvi at renna, ganga ella súkkla gjøgnum tunnilin úr Húsavík
Teir asfaltera í Dalstunnilinum. 18. juli letur tunnilin upp fyri ferðslu.
Mynd: Landsverk  
 
10.07.2026 - 08:53

Leygardagin 18. juli klokkan 14 verður hátíðarhald í sambandi við, at nýggi Dalstunnilin letur upp fyri almennari ferðslu. 

Hátíðarhaldið verður við tunnilsmunnan í Dali.

Landsstýrismaðurin í vinnu- og samferðslumálum, Jacob Vestergaard, og Anna Paulina Leo Olsen, borgarstjóri í Húsavíkar kommunu, halda røðu, og Havnar hornorkestur spælir.

Tá snórurin er kliptur, verður tunnilin í stigum latin upp fyri almennari ferðslu. Landsverk og Húsavíkar kommuna bjóða øllum til drekkamunn og hugna í Dali aftaná.

Áðrenn hátíðarhaldið verður, í samstarvi við Bragdið og Tórshavnar Súkklu- og Triathlonfelag, høvi at renna ella ganga og súkkla ígjøgnum nýggja tunnilin úr Húsavík. Tað byrjar kl. 13.20 við tunnilsmunnan í Húsavík. 

Dalstunnilin er 2219 metrar langur. Stórt parkeringsøki er eisini gjørt í Dali.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306