WHO: Farsóttin verður drúgv

bannari
WHO: Farsóttin verður drúgv
Seinastu tíðina er koronusmittan aftur farin at breiða seg í fleiri londum
Koronafarsóttin verður drúgv, sigur heimsheilsustovnurin, WHO
 
03.08.2020 - 09:20

Stovnurin heitir á øll heimsins lond um at stríðast ímóti virusinum, hóast avleiðingarnar kunnu verða álvarsligar, millum annað vaksandi arbeiðsloysi.

Fyri einari viku síðani vórðu 500 smittutilburðir skrásettir um vikuna í Fraklandi. Nú eru 1.300 tilburðir um vikuna, og tilsamans eru 225.000 fólk skrásett at hava korunu í Fraklandi.

Eisini í Póllandi veksur talið av smittaðum. Har eru 43.346 skrásett at hava koronu. WHO ávarar um, at farsóttin er ikki av, verri enn so.

Tað ringasta ikki av enn

Nógv lond, sum hildu, at nú var komið um tað ringasta, staðfesta fleiri smittutilburðir, sigur aðalskrivarin í WHO, Tedros Adhanom Ghebreyesus.

Bretland ætlaði at lata samfelagið spakuliga uppaftur, men ætlanin er slept.

Eg havi sagt, at eg fari ikki at drála við at steðga tilgongdini, eru tekin um, at fleiri verða smittað. Og nú eru tekin um tað, sigur bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
206588
Fríggjadag 3. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 3.apríl 2026
205931
Hósdag 2. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206570
Hósdag 2. apríl
Morgunlestur hósdagur 2.apríl 2026
205930
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 2. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206563
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483