Í landi uttan at vera kannað

bannari
Í landi uttan at vera kannað
Manningin á einum oljutangaskipi, sum var á Fuglafirði, fingu at vita, at teir ikki høvdu loyvi at fara av bryggjuni
Manningin á einum oljutangaskipi, sum var á Fuglafirði, var ikki kannað fyri korunu áðrenn, hon var í landi
 
04.08.2020 - 16:51

Útlendsku sjómenninir, sum vóru farnir til handils í Fuglafirði í gjárkvøldi, vórðu ikki kannaðir fyri koronu, tá ið teir fóru í land. Tað upplýsir bæði havnarfútin í Fuglafirði og vakthavandi hjá løgregluni.

Menninir vóru við tangaskipinum Key Fighter, sum kom til Fuglafjarðar við lýsi. Løgreglan tosaði við teir, og teir fóru umborð aftur. 

Skipari og umboðið hjá skipinum í Føroyum høvdu annars fingið at vita, tá ið skipið kom, at fer fólkið í land, má tað ikki fara aðrastaðni enn á bryggjuna við skipið. Men nakrir sjómenn vóru kortini farnir til handils. 

Oljutangaskipið, Key Fighter, sum er skrásett á Malta, fór av Fuglafirði í nátt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938