Vertshúsini skulu lata aftur klokkan 23

bannari
Vertshúsini skulu lata aftur klokkan 23
Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur brúkt heimildina, løgtingið hevur givið honum
Vertshúsini eiga at lata aftur í seinasta lagi klokkan 23 í kvøld
Mynd: Savnsmynd (Bjarni Árting Rubeksen)  
 
07.08.2020 - 06:51

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, hevur brúkt heimildina, hann fekk frá løgtinginum seinast í juni at steingja matstovur og skeinkingarstøð í seinasta lagi klokkan 23:00.

Kunngerðin er lýst, hon kemur í gildi í dag og varar allan august. 

Verða skeinkingarstøðini stongd fyri klokkan tvey um náttina, kunnu tey fáa endurgjald úr landskassanum. Tað verður latið eftir somu treytum, sum ferðavinnufyritøkur fáa í hjálparpakka trý.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 2. juni
Morgunlestur týsdagur 2.juni 2026
208840
Mánadag 1. juni
Við Tórði á túri í Edinburgh
209154
Mánadag 1. juni
Poppverturin 1
208461
Mánadag 1. juni
Morgunlestur mánadagur 1.juni 2026
208839
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 6 mannafør kvinnur
209044