Støkk-inn kanningarmiðstøðin byrjar í dag

Støkk-inn kanningarmiðstøðin byrjar í dag
Nú verður ikki neyðugt at hava ávísing frá kommunulækna áðrenn tú letur teg kanna.
Nýggj støkk-inn kanningarmiðstøð á Eirargarði
 
09.08.2020 - 10:17

Áhugin fyri at lata seg kanna fyri koronu var munandi minni í gjár enn undanfarnu dagarnar. 

Landssjúkrahúsið fer tí undir at gera kanningar frá klokkan 13 í dag. 

Ætlanin var annars, at fólk skuldu kunna lata seg kanna frá klokkan 09 í morgun. 

Á Suðuroyar sjúkrahúsi verður ikki potað í dag og heldur ikki á Klaksvíkar sjúkrahúsi.

Nógv fólk hava latið seg kanna seinastu dagarnar. Fríggjadagin var aftur met við 4.541 royndum og fólk bíðaðu í fleiri tímar fyri at sleppa framat. 

Tað hevur eisini havt langar køir við sær kring landið, har kanningarstøðir eru.

Í eini roynd at bøta uppá tað, hevur Landssjúkrahúsið nú flutt sína kanningarstøð av J.C. Svabosgøtu, har hon hevur verið higatil og niðan á Eirargarð, har ferðsluviðurskiftini eru betur.

Nú verður heldur ikki neyðugt at hava ávísing frá kommunulækna áðrenn tú letur teg kanna. Fólk skulu bara møta upp í bili og verða so skrásett og kannaði á staðnum.

Staðsetingin

 

Nýggja støkk-inn kanningarmiðstøð á Eirargarði

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444