Vilja útseta skúlabyrjanina

Vilja útseta skúlabyrjanina
Týsdagin í komandi viku lata fólkaskúlarnir eftir ætlan upp. Men tað er ov tíðliga, heldur skúlastjóri.
14.08.2020 - 19:39

Eftir ætlan skulu børn aftur á skúlabonk í komandi viku.

Anna Dalsgaard, lærari, heldur tað ikki vera ráðiligt at koyra øll børnini í skúla, meðan koronusmittan enn ger um seg í samfelagnum.

Hans Jón Thomsen, skúlastjóri í Hoyvíkar skúla, heldur, at tað kann vera ótrygt at lata børnini fara aftur í skúla týsdagin, serliga um fleiri enn 100 børn skulu savnast á sama stað.

Hjalmar Hansen, stjóri í Undirvísingarstýrinum, sigur í stuttari viðmerking, at skúlabyrjanin og onnur mál verða umrødd á fundum í løtuni.

Undirvísingarstýrið gevur nærri boð til skúlaleiðslurnar ein av komandi døgunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112