Fýra smittað aftrat

bannari
Fýra smittað aftrat
Nú liggja fýra fólk á Landssjúkrahúsinum við koronu
Fýra smittutilburðir eru staðfestir aftrat, og seks fólk eru vorðin frísk seinasta samdøgrið
 
18.08.2020 - 13:09

Fýra fólk aftrat hava fingið staðfest koronusmittuna. 

Tað vísa nýggjastu hagtølini hjá landslæknanum, ið verða dagførd á corona.fo. 

Harumframt eru tvey fólk aftrat løgd inn á Landssjúkrahúsið við koronu, og nú eru fýra fólk innløgd við sjúkuni.

Eitt fólk liggur á intensivari deild, men viðkomandi fær ikki intensiva viðgerð. 

Seks frísk

Hagtølini vísa eisini, at seks fólk eru vorðin frísk seinasta samdøgrið.

Sostatt er talið av smittaðum í løtuni 142 fólk, tvey færri enn í gjár. 

Talið av fólki í sóttarhaldi er eisini minkað, úr 690 niður í  643.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162