- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fer ikki seta krøv til fiskiskip
25.08.2020 - 18:50
Innlendis›Samfelag
Fer ikki seta krøv til fiskiskip
Jacob Vestergaard fer ikki at seta krøv sum fyribyrgja, at skip við smittaðum manningum fiska í føroyskum sjógvi

Russiskir sjómenn eru í føroyskum sjógvi eftir avtalu við Føroyar, og teir hava rætt til at fáa hjálp úr Føroyum, er tørvur á tí.
Kortini heldur landsstýrismaðurin ikki, at tað ber til at seta krøv til skip sum koma í føroyskt sjóøki - eitt nú negativar koronaroyndir áðrenn mynstring.
Tolir føroyska heilsuverkið ikki at tveir russar skulu í respirator, hevur tað ein trupulleika, heldur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV













