Jeppe Kofod til Føroya í næstu viku

Jeppe Kofod til Føroya í næstu viku
Uttanríkisráðharrin fer m.a. at vitja í Suðuroynni og at hitta Uttanlandsnevndina
Jeppe Kofod, uttanríkisráðharri, kemur til Føroya mikukvøldið og vitjar í tveir dagar
 
27.08.2020 - 11:01

Danski uttanríkisráðharrin, Jeppe Kofod, kemur til Føroya mikukvøldið í næstu viku.

Hósmorgunin, tá úrslitið væntandi er komið frá koronukanningini á flogvøllinum, hava Jenis av Rana, landsstýrismaður, og Jeppe Kofod fund í Havn. Eftir tann fundin, sum varar hálvan annan tíma, verður tíðindafundur.

Til Suðuroyar

Seinnapartin hósdagin fara teir við tyrlu til Suðuroyar, har teir skulu síggja kolanámini í Rangabotni.

Haðani fara teir til gongu til Tvøroyrar. 

Ætlanin er eisini at vitja Varðan Pelagic og Salt.

Fundur við Uttanlandsnevndina

Fríggjamorgunin verður farið til Havnar við Smyrli. Fyrrapartin fríggjadagin verður fundur við Uttanlandsnevndina.

Seinnapartin fríggjadagin fer Jeppe Kofod aftur til Danmarkar.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053