Seta sjóvarfalsdrekan útaftur í oktober

Seta sjóvarfalsdrekan útaftur í oktober
Tað fer at taka nakrar vikur aftrat at umvæla tjóðurskipanina á drekanum
 
04.09.2020 - 09:28

Sjóvarfalsdrekin í Vestmannasundi verður settur útaftur um miðjan otkober.

Tað boðar SEV frá.

Drekin varð tikin uppaftur síðst í juli, tá trupulleikar vóru við festinum millum drekan og fundamentið.

Týðandi framstig

Sambært forstjóranum í Minesto, sum SEV samarbeiðir við um sjóvarfalsorkuverkætlanina, eru týðandi framstig gjørd, og týðandi úrslit eru fingin til vega av tí arbeiði, sum higartil er gjørt í Vestmannasundi.

Arbeiðið at umvæla tjóðurskipanina á drekanum fer tó at taka nakrar vikur aftrat, og tí verður drekin ikki settur útaftur fyrr enn um miðjan oktober.

SEV boðar eisini frá, at Minesto hevur gjørt mátingar av sjóvarfalsviðurskiftum aðrastaðni í Føroyum, við tí í hyggju at finna hóskandi øki til eina møguliga størri verkætlan við sjóvarfalsorku.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur 5.partur
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858