Ógreiða um brexit

09.09.2020 - 18:26
Innlendis
Ógreiða um brexit
Lógaruppskot í Bretlandi gongur ímóti skilnaðaravtaluni við ES

Framtíðar viðurskiftini millum Bretland og ES eru enn alt annað enn greið, nú nýggjasti parturin av brexit søguni tók enn eina óvæntaða vend mánadagin.  Tá kunngjørdi bretska stjórnin, at hon ætlar at bróta undirskrivaðu skilnaðaravtaluna millum ES og Bretlands.
Hetta váttaði bretski ráðharrin fyri Norðurírland eisini í bretska parlamentinum í gjár, samstundis, sum ES og Bretland hittust til 8. samráðingarumfarð.

Tað er í tollviðurskiftunum við Norðurírlandi og restina bretska meginlandinum, at stjórnin hjá Boris Johnson nú ætlar at broyta avtaluna.

Hoyr innslagið frá Breddanum, har vit tosaðu við Áka Johansen, sendimann Føroya í Bretlandi, og Elin Mortensen, sendikvinnu Føroya í ES.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928