Sigurin í Landskrona styrkti føroyska samleikan

12.09.2020 - 19:33
InnlendisSamfelag
Sigurin í Landskrona styrkti føroyska samleikan
Menninir, ið skaptu sesatiónina í Landskrona, hittust í dag at hátíðarhalda 30 ár dagin fyri søguligu hendingina, og hýrurin var góður á monnum.

30 ár, men onkursvegna var lítið broytt, tá Landskrona-landsliðið hittist at hátíðarhalda søguliga sigurin á Eysturríki.

Kári Reynheim var enn spilopmakarin og miðpunktið, sum undirheldur við stuttligum søgum. 

Í dag vóru 30 ár liðin síðani Føroyar vunnu søguliga 1-0 sigurin á Eysturríki í fyrsta EM-undankappingardystinum hjá føroyska fótbóltslandsliðnum nakrantíð - á einum lítla leikvøllinum í áður fullkomiliga ókenda svenska býnum Landskrona.

Leikararnir á víðagitna landsliðnum nýttu í dag høvið til at hittast í Reinsarínum í Havn, áðrenn leiðin gekk út í býin at fáa sær ein betri bita.

Og teir vóru har allir, málmaðurin við topphúgvuni, Jens Martin Knudsen, miðverjin Tummas Eli Hansen, Allan Mørkøre, sum bert var tannáringur, tá søguligi sigurin kom í hús, miðvallar generalurin Abraham Løkin, liðskiparin Jóannis Jacobsen, og eisini hetjan fram um tær allar, Torkil Nielsen, sum hevur flogið undir radaranum har vestri næstan síðani hann skoraði einsamalla føroyska málið.

Meðan flest okkara nokk minnast best málið, sum Torkil Nielsen úr Sandavági skorað, so er tað eitt sindur ymisk, hvat leikararnir sjálvir minnast best frá søguliga dystinum.

Eingin av leikarunum, sum spældu við, ivast í, at 1-0 sigurin á Eysturríki í Landskrona hevur havt risastóran týdning fyri Føroyar á sera ymiskar mátar.

Og stóra hetjan frá dystinum, málskjýttin Torkil Nielsen, ja, hann er eins lítillátin nú, sum hann hevur verið seinastu 30 árini.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 16. juli
Morgunlestur týsdagur 16. juli 2024
177834
Mánadag 15. juli
Biltúrurin 5: Koyrt verður í Havn
176612
Mánadag 15. juli
Søgan um Hank Williams (5:8)
176858
Mánadag 15. juli
Morgunlestur mánadagur 15. juli 2024
177833
Sunnudag 14. juli
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
178020
Nýggjastu sendingar í SV