Børn eitraði av gullregni við Skúlan á Fløtum

19.09.2020 - 12:45
Innlendis›Samfelag
Børn eitraði av gullregni við Skúlan á Fløtum
Fleiri børn vóru í vikuni innløgd við eitran, tí tey høvdu etið av einum Gullregni, sum stendur uttan fyri Frítíðarskúlan á Fløtum

Fleiri børn vóru í vikuni innløgd við eitran av einum gullregni, sum stendur uttan fyri Frítíðarskúlan á Fløtum.

Talan var um eini 8-10 børn, og 4 av teimum fóru á skaðastovuna. Trý børn vóru so illa fyri, at tey blivu innløgd til observatión, og eitt slapp ikki heim fyrr enn næsta dag, sigur skúlastjórin.

Øll børnini hava tað gott, sigur Regin Marnerson, stjóri í skúlanum á Fløtum.

Gullregnið kann vera vandamikið at fáa í seg - serliga fyri smærri børn.

Bæði blómur og bløð eru eitrandi, men tað, sum er mest eitrandi, eru ertrarnar, sum liggja á jørðini hesa árstíðina.

Sambært heimasíðuni hjá giftlinjuni skalt tú seta seg í samband við lækna, um eitt barn undir 10 ár hevur etið fimm ertrar ella meira.

Talan var í hesum førinum um børn sum ganga í 2. flokki.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576