Óttast stóra smittubreiðslu í Havn

bannari
20.09.2020 - 18:38
Innlendis›Heilsa
Óttast stóra smittubreiðslu í Havn
Allir næmingar á Glasi og fýra flokkar á Skúlanum á Fløtum, skulu halda seg heima í nakrar dagar
Bjarni á Steig, ráðgevi hjá Heilsumálaráðnum

Heilsumyndugleikarnir óttast eina stóra smittubreiðslu í høvuðsstaðnum, eftir at tríggir, nýggir tilburðir av koronasmittuni vórðu staðfestir í gjár.

Í tíðindaskrivi í kvøld sigur Heilsumálaráðið, at tað er ein familja, sum er smittað við Covid-19, og at tey eru smittað í Føroyum.
Børn teirra ganga á Glasi, Skúlanum á Fløtum og einum barnaansingarstovni í Tórshavnar kommunu.

Enn er ógreitt, hvaðani smittan stavar, og tí hevur Mentamálaráðið í dag avgjørt, at allir næmingar á Glasi, fýra flokkar í fólkaskúlanum og teirra lærarar og børnini og starvsfólk í barnagarðinum eiga at vera kannað fyri koronasmittu í dag, og so aftur mikudagin.

Hoyr samrøðu við Bjarna á Steig, ráðgeva hjá Heilsumálaráðnum, sum var í tíðindunum kl. 18.

GG, í innslagnum verður sagt, at allur Skúlin á Fløtum er afturlatin í morgin, tað er ikki rætt. Tað er bert ítróttarrásin, teir flokkar sum halda til í eindini í Gundadali, ið ikki skulu koma í skúla í morgin. Hinir flokkarnir møta sum vanligt.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329