Landsstýrið kann verða kravt eftir endurgjaldi

21.09.2020 - 16:17
InnlendisPolitikkur
Landsstýrið kann verða kravt eftir endurgjaldi
Bjørn á Heygum, advokatur, sigur, at greiða átti at verða fingin á, hvør hevur heimild til at stongja skeinki- og matstøð.
Bjørn á Heygum, advokatur

Løgtingið fer aftur í morgin at viðgera eitt lógaruppskot, um at leingja heimildina hjá Helga Abrahamsen, landsstýrimanni, at steingja skeinki- og matstøð við lóg.

- Í ringasta føri kann tað kosta landsstýrinum endurgjaldskrav frá skeinki- og matstovum, um málið verður roynt í rættinum, og komið verður til ta niðurstøðu, at heimildin er ikki hjá løgtinginum, men í donsku epidemilógini.

Tað sigur Bjørn á Heygum, advokatur.

Hann væntar tó ikki, at ivamálini í hesari lóggávuni nakrantíð verða roynd og harvið avklárað. 


 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424