Kringvarpið leggur um til grøna orku

Kringvarpið leggur um til grøna orku
Gomlu ketlarnir eru skiftir út við nýggjar, orkuvinarligar kondensketlar
Eyðkendi reyði skorsteinurin á kringvarpshúsunum er nú tikin niður
 
23.09.2020 - 13:47

Kringvarpið tekur nú enn eitt stig á grønu kósini. 

Eyðkendi reyði skorsteinurin varð tikin niður í gjár. Hann hevur tænt fyri seg.

Kringvarpið hevur í eina tið arbeitt við at umleggja til meira grøna orkunýtslu. Fyri nøkrum árum síðani vórðu gomlu ketlarnir skiftir út við nýggjar, meira orkuvinarligar kondensketlar.

Teir útveita ein kaldari dampkendan royk, ið verður leiddur út gjøgnum eina nýggja kaminu. Tí var ikki brúk fyri gamla skorsteininum longur.  

Nýggj hitapumpa

Arbeitt verður í hesum døgum við at seta upp eina nýggja hitapumpu, ið fer at endurvinna hitan í húsinum. Nýggja hitapumpan ger, at stovnurin sparir umleið 20.000 litrar av olju um árið.

Kostnaðurin fyri umleggingina er 400.000 kr. Kringvarpið rindar 100.000 kr. og Landsverk 300.000 kr. 

Nýggja orkuskipanin verður tikin í brúk um góðar tríggjar vikur.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928