Fyrireika bústaðir til fólk við seinheilaskaða

Fyrireika bústaðir til fólk við seinheilaskaða
Landsstýriskvinnan í almannamálum hevur svarað fyrispurningi frá Jóhannisi Joensen, løgtingsmanni
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna, sigur, at tað er ein avbjóðing at veita nøktandi taluvenjing í Føroyum
 
30.09.2020 - 09:31

Fólk, sum hava seinheilaskaða, eru ikki væl fyri í Føroyum.

Bústaðir og tænastur vanta.

Tað ásannar landsstýriskvinnan í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, í svari til Jóhannis Joensen, løgtingsmann.

Men arbeitt verður við at gera umstøðurnar betri, sigur hon.

Fyrireikað verður at byggja bústaðir til fólk við seinheilaskaða. Men tað tekur langa tíð at fyrireika almenn byggimál, og kostnaðarstigið er ein avbjóðing.

Tí verður eisini kannað, um alternativar hættir eru at loysa verandi bústaðaravbjóðing eins og umrøtt verður í frágreiðingini um bústaðapolitisk átøk.

130 á hvørjum ári

130 føroyingar fáa hvørt ár staðfest heilaskaða.

Landsstýriskvinnan ásannar, at tað er ein avbjóðing at veita nøktandi taluvenjing í Føroyum.

Almannaverkið og Sernám og Almannamálaráðið og Heilsumálaráðið hava tosað um samstarv og samskipan um viðgerðir og tænastur.

Endamálið er at hava taluvenjingina á einum staði.

12 ergo- og fysioterapeutar

Almannaverkið sigur, at neyðugt er at seta tveir ergo- og fysioterapeutar afturat, um bíðilisti ikki skal vera til endurvenjing. 

Harafturat er neyðugt at seta 12 ergo- og fysioterapeutar, skal Almannaverkið geva øllum viðlíkahaldsvenjing sambært lógini um almannatrygd og tænastur. 

Landsstýriskvinnan sigur seg hava raðfest játtan til endur- og viðlíkahaldsvenjing í uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2021.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. januar
Jambalaja - 240126
203176
Leygardag 24. januar
Vikugesturin: At fáa tað besta burturúr
203171
Leygardag 24. januar
Vikan 24. januar 2026
203169
Leygardag 24. januar
Upp á tá - 230126
203165
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979