Muhammedtekningarnar 15 ár

30.09.2020 - 18:26
Innlendis
Muhammedtekningarnar 15 ár
Jyllands-Posten útgav Muhammedtekningarnar 30. september í 2005. Hoyr Kartin Hansen, ið starvaðist á blaðnum tá, greiða frá ógvusligu tíðini.
Kelda. Jyllands-Posten

Fyri fimtan árum síðani valdi danska blaðið Jyllands-Posten at prenta nógv umtalaðu Muhammedtekningarnar.
Á einum redaktiónsfundi í 2005 varð avgerð tikin um, at biðja 42 limir í Danske Bladtegnere um at tekna profetin Muhammed, soleiðis sum tey sjálvi sóðu hann. Sambært Islam er tað forboðið at avmynda Muhammed.

30. september 2005 vórðu 12 tekningar almannakunngjørdar í Jyllands Posten. Kulturredaktørurin Flemming Rose skrivaði eina grein um tekningarnar, sum lýsti hvussu tælufrælsi hjá miðlum og stovnum var skert í samband við islam, og hvussu hetta ikki samsvaraði við virðini í demokratiska partinum av heiminum.

Í Danmark kyknaði kjakið um talufrælsi av álvara. í muslimsku londunum í Miðeystri prutlaði undir lokinum. Tað var galið nokk at tekningar av profetinum vórðu útgivnar, men at teknarin Kurt Westergaard hevði avmyndað Muhammed við eini bumbu í turbanini - tað var ovboðið.

Í 2006 valdu nøkur arabisk lond at boykotta danskar vørur. Men forsætisráðharrin Anders Fogh Rasmussen vildi ikki revsa blaðið ella tey sum høvdu teknað Muhammedtekningarnar.
Mótmælisgongur vóru í londum í Miðeystri, Asia og Afrika. Eldur var settur á danskar sendistovur, Dannebrog var brent í gøtunum og tað gjørdist vandamikið at vera dani í summum londum.
Danska fregnarænastan PET handtók í 2008 tríggjar menn fyri at ætla at drepa Kurt Westergaard. Orsøkin til morð-ætlanina var Muhammedtekningin hjá Westergaard. 17 donsk bløð valdu stutt eftir at endurprenta tekningina av Muhammed við bumbuni í turbanini.

Tá byrjaði onnur bylgja av Muhammed-kreppuni.

Hóttanir frá yvirgangsbólkum í Miðeystri kulmineraðu við einum álopi á donsku sendistovuna í Islamabad á sumri í 2008, har seks fólk lótu lív. Al-Qaida tók ábyrgd fyri álopið, ið var ein hevnisøk fyri Muhammedtekningarnar.PET hevur síðani avdúkað og steðgað fimm álopsroyndum á Jyllands Posten.

Franska satirublaðið Charlie Hebdo var í 2015 útsett fyri einum skotálopið í París, tí tey høvdu útgivið satiriskar tekningar av Muhammed. 12 fólk lótu tá lív. Rættarmálið mótið nøkrum av teimum sum stóðu aftanfyri álopi á skrivstovuna hjá Charlie Hebdo í 2015 byrjaði herfyri. Í tí sambandi endurprentaði Charlie Hebdo nakrar av Muhammedtekningunum sum elvdu til álopi í 2015. Hetta førdi í farnu viku til eina bumbuhóttan og eitt kníválop, sum var uttanfyri gomlu skrivstovuna hjá Charlie Hebdo. 2 fólk vóru særd.

Jyllands-Posten vil ikki prenta Muhammedtekningarnar aftur, tí vandin fyri terror er ov stórur og atliti til stravsfólkini á blaðnum vigar tyngri. Tað sigur Palle Weist, opinionsredaktørur á Jyllands Posten, við danskar miðlar í dag.

Hoyr samrøðuna við Kartin Hansen og Heina í Skorini.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. mars
Vikuskiftið 13 mars 2026
205599
Fríggjadag 13. mars
LEITISSTEIN 13.03.2026
205593
Fríggjadag 13. mars
Eitt korter við kórtónleiki 10. mars 2026
205581
Fríggjadag 13. mars
Andglettur
205568
Fríggjadag 13. mars
Góðan morgun Føroyar
205563
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 13. mars
Veðrið
205595
Fríggjadag 13. mars
Tá røktin ikki røkkur - teknmálstulkað
205591
Fríggjadag 13. mars
Andgletturin - Sambandsflokkurin
205567
Fríggjadag 13. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205561
Hósdag 12. mars
Veðrið
205547