H-bygningurin kann dýrka 200 mió. kr.

H-bygningurin kann dýrka 200 mió. kr.
Ein triðingur av løgujáttanini næsta ár fer til nýggja bygningin á Landssjúkrahúsinum, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður
150 mió. kr. eru settar av til H-bygningin á Landssjúkrahúsinum næsta ár, men kanska verður neyðugt at játta uppaftur meira
 
01.10.2020 - 09:29

H-bygningurin á Landssjúkrahúsinum kann gerast 200 milliónir krónur dýrari enn mett.

Tað upplýsti Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, á tíðindafundinum í gjár, tá hann almannakunngjørdi uppskotið til fíggjarlóg fyri 2021.

Næsta ár er ætlanin at gera íløgur fyri tilsamans 522 milliónir kr. Av teimum fara 150 milliónir kr. til H-bygningin á Landssjúkrahúsinum, sum tað kostar at gera bygningin lidnan.

Men hann upplýsti samstundis, at tað neyvan verður endaligi kostnaðurin.

Smoga fyri 30-50 mió. kr.

Ætlanin er at H-bygningurin skal byggjast aftrat Landssjúkrahúsinum, og skal tað gerast, verður neyðugt at játta nógvar pengar aftrat.

Landsstýrismaðurin upplýsti, at metingar vísa, at tað fer at kosta millum 30 og 50 milliónir kr. at gera eina smogu ímillum bygningarnar.

Sostatt kann verða neyðugt at játta tilsamans 200 milliónir kr. til H-bygningin aftrat, upplýsti Jørgen Niclasen.

Tunlar og  vegir

Aðrar íløgur, sum skulu gerast næsta ár, eru tunlarnir norður um Fjall á Borðoynni, tunnil til Fámjins, og samstundis heldur arbeiðið at gera tunnil til Dals fram.

Pengar verða eisini játtaðir til veg í Runavík, sum skal gera ferðsluna tryggari, tá Eysturoyartunnilin letur upp, og til innkomuvegin í Havn. Og pengar verða eisini játtaðir til vegin til Tjørnuvíkar og til at betra ferðsluna í Sandslíð.

Íløgur skulu eisini gerast í bygningar, m.a. Klaksvíkar sjúkrahús, Húsarhaldsskúlan í Klaksvík og Miðnám á Kambsdali.

Og so skulu pengar játtast til bústovnar av ymsum slag, sum Bústaðir skulu vera við í.Bústaðir fáa heimild at taka lán til virksemið, upplýsti Jørgen Niclasen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938