- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lesikrókurin
Lesikrókurin 24 nov 2024
25-11-2024
Lesikrókurin sum Helena Lamhauge-Mortensen leggur til rættis
Skaldsøgan Sigmundur og gullringurin blæsur nýtt lív í okkara gomlu Føroyingasøgu, og endamálið við henni er at leggja søguna fyri ein nýggjan lesaraskara og kveikja lív í fólkini og umhvørvið í søguni um Sigmund Brestisson og systkinabarn hansara og teirra hendingaríku lívsleið.
Skaldsøgan Sigmundur og gullringurin kom út í 2024. Tim Ecott hevur skrivað, Vagnur Streymoy týddi úr enskum, og Sprotin gevur bókina út ? bæði á enskum og føroyskum.
Lesikrókurin
Lesikrókurin er poddvarprøð, har lesiáhugað hittast við eitt borð og tosa um ávísar bøkur, tey hava lisið.
Leikrókurin er eitt framleiðslusamstarv millum Sprotan og Kringvarp Føroya.
Hesa ferð ummæla Gyðja Hjalmarsdóttir Didriksen, Brandur Mortensen Nolsøe og Annika Egholm bókina "Reyðhærda kvinnan" eftir Orhan Pamuk. Vertur er Eyðun Klakstein.
25-04-2024
Í Lesikrókinum verður bókin "Upplesarin" hjá Bernhard Schlink umrødd. Beinir Bergsson týddi til føroyskt, og Sprotin gav bókina út.
28-09-2023