Koronuvirus livir leingi á fartelefonini

bannari
Koronuvirus livir leingi á fartelefonini
Koronuvirusið kann halda seg virkið í 28 samdøgur á eitt nú telefonskermum, vísa úrslit av eini australskari kanning
 
12.10.2020 - 15:44

Tað er almenna australska kanningarstøðin, CSIRO, sum hevur gjørt kanningina, skrivar bretska kringvarpið, BBC.

Australska kanningin gevur ábendingar um, at koronuvirusið kann vera virkið í 28 samdøgur á glattum flatum, so sum telefonskermum, rustfríum stáli og á pengaseðlum.

Treytin er kortini, at virusið er í myrkri og at hitin er støðugur á 20 stigum. Til samaberingar verður nevnt, at vanligt krímvirus kann vera virkið í 17 samdøgur undir somu viðurskiftum, upplýsir BBC.

Nakrir granskarar halda lítið um kanningina

Kanningin vísir greitt, at koronuvirsusið er seigt, og var virkið styttri tíð undir heitari umstøðum, enn undir kaldari umstøðum. Kanningin vísti, at virusið steðgaði við at breiða seg eftir einum samdøgri í 40 hitastigum.

Aðrir granskarar halda ikki nógv um nýggju kanningina, tí tað er longu prógvað, at ultraviolett ljós ger av við virusið, skrivar BBC.

Millum annað segði Emanuel Goldman, professari, longu í juni, at smáir møguleikar vóru fyri, at koronuvirusið breiddi seg á glattum flatum.

Stjóri verjir kanningina

Ein annar granskari, Ron Eccles, frá universitetinum í Cardiff, sigur tað vera at leypa óneyðugan ótta á fólk, at siga teimum, at virusið kann vera virkið so leingi.

Stjórin á australsku kanningarstovuni, Larry Marshall, verjir kanningina.

Við at fáa greiðu á, hvussu leingi virusið kann vera virkið á sløttum flatum, kunnu vit vera við til at avmarka breiðsluna, og harvið kunnu vit verja fólk, sigur hann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 22. desember
Norðurljóð 22.desember 2025
201436
Mánadag 22. desember
Morgunlestur mánadagur 22.desember 2025
201806
Sunnudag 21. desember
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
201811
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 21. desember
Andakt
201817
Sunnudag 21. desember
Møti úr Betesda í Klaksvík
201807
Leygardag 20. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201790
Fríggjadag 19. desember
Veðrið
201780
Fríggjadag 19. desember
Vigdís 4:4 - teknmálstulkað
201775